Kaffi (old)

Kaffi (old)

Síðan Kaffihúsið læt dyrnar upp á fyrsta sinni í nov 2009, hevur Kaffihúsið verið umboð í Føroyum  fyri kaffivørurnar hjá  navnfræma Kaffitár í Íslandi. Tey ið hava ferðast í Íslandi kenna óiva kaffistovurnar hjá Kaffitår, ið  eru at síggja runt um í Reykjavík eins og á flogvøllinum í Keflavík.

Kaffitár hevur meira enn 30 ára royndir innan kaffivirksemið. Aðalheiður Heðinsdóttir sum stovnaði fyritøkuna í 1990 hevur sjálv ferðast víða um til kaffilondini, har hon samstarvar beinleiðis við  ymsu kaffibóndurnar og velur bestu bønurnar, sum so vera innfluttar til Íslands, har tær vera brendar á brennarínum uttanfyri Keflavík. Addi seldi fyritøkuna fyri nøkrum árum síðan til OHJ, men er hon enn tilknýtt, sum serfrøðingur.

Brennandi hugurin fyri góðum kaffi er grundarlagið fyri øllum teirra arbeiði. Allanvegin frá kaffiplantuni í eitt nú Nicaragua ella Bolivia til tú situr við tínum kaffimunni í Kaffihúsinum í Vágsbotni. Alskurin til alla mannagongdina, er við til at tryggja tað einastandandi góðu góðskuna.

Kaffi, ið vit keypa frá Kaffitár, verður brent beinleiðis til okkum og  sent okkum. Hetta ger,  at gestir okkara altíð  fáa fyrstaflokks kaffi.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.